- Tíðindi, mentan og ítróttur
Døglingar darva enn ferðsluni
Tríggir døglingar hava verið á Kaldbaksfirði í tríggjar vikur.
Nógv eru tey, ið steðga á og nýta høvið at síggja hesa sjáldsomu sjón.
Men nógvu bilarnir, sum standa á Kaldbaksvegnum, tí fólk hyggja eftir døglingunum á Kaldbaksfirði, eru framvegis til ampa fyri ferðsluna, sigur politiið.
Skulu standa røttu megin
Bilar hava loyvi til at standa á Kaldbaksvegnum.
Men tað skal vera við skili, millum annað skulu bilarnir standa røttu megin.
Hámarksferðin á Kaldbaksvegnum er 80 km/t.
Tá kemur illa við, um bilførarar høgga bremsurnar í, tí teir síggja ein hval.
Politiið undrast á, hví fólk ikki standa norðaru megin Kaldbaksfjørð, á vegnum til Kaldbaks, tí har er ferðslan nógv minni.