Donsk fólkaatkvøða um koranbrenningar

Donsk fólkaatkvøða um koranbrenningar
Danski Fólkaflokkurin og Nýggju Borgarligu mæla til eina fólkaatkvøðu í eini roynd at steðga ætlanini hjá donsku stjórnini at forbjóða almennum koranbrenningum
Koranbrenningar skulu forbjóðast, ætlar danska stjórnin. Nú vilja andstøðuleiðarar hava eina fólkaatkvøðum um ætlanina
Mynd: Shutterstock.com  
 
03.08.2023 - 11:23

Danska stjórnin ætlar at forbjóða almennum koranbrenningum uttan fyri sendistovur. 

Men Morten Messerschmidt í Danska Fólkaflokkinum og Pernille Vermund í Nýggju Borgarligu mæla nú til eina fólkaatkvøðu í eini roynd at steðga ætlanini hjá donsku stjórnini at forbjóða almennum koranbrenningum uttan fyri sendistovur.

Tað siga floksleiðararnir við avísina Berlingske Tidende.

Tað ber til at senda eitt lógaruppskot til fólkaatkvøðu, eftir at tað er samtykt, um ein triðingur av fólkatingslimunum krevur tað, skrivar danska kringvarpið, DR.

 

Meiriluti fyri at forbjóða koranbrenningum

Sum er, er meiriluti fyri uppskotinum hjá donsku stjórnini at forbjóða almennum koranbrenningum.

Tilsamans sjey flokkar við 72 tingsessum halda ikki, at danska stjórnin eigur at boyggja seg fyri trýsti frá muslimsku londunum, ið vilja hava forboðið.

Tað vil siga, at tey eru sjey tingsessir frá at fella uppskotið hjá stjórnini, tá ið tað kemur fyri í fólkatinginum.

Mánadagin høvdu 57 muslimsk lond fund um málið, har tey fordømdu koranbrenningarnar í bæði Danmark og Svøríki.

Eisini gjørdu tey av, at hvørt landið sær kann taka støðu til koranbrenningarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948