- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans heldur fram í dag
Orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans heldur fram í dag
Klokkan 11 í dag heldur aðalorðaskiftið um frágreiðing løgmans á ólavsøku fram í løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.08.2023 - 06:00
Løgtingið bleiv ikki liðugt við røðu løgmans í gjár.
Tingfundurin var niðurlagdur beint fyri klokkan seks í gjárkvøldið og heldur fram í dag klokkan ellivu.
Formansskapurin hevur fund klokkan hálvgum níggju um kanningina, sum Ken Nónklett, kanningarstjóri, gjørdi um embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard, tá ið hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Formansskapurin viðgjørdi kanningina mánadagin í síðstu viku, og hon er aftur á skránni hjá formanskapinum í morgun.
Kanningarstjórin mælir til, at uppskot til samtyktar verður lagt fyri løgtingið um at geva Jacob Vestergaard eina átalu, eitt nefs.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV