- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla hassj
Tað var sunnukvøldið 2. juli, at hundarnir hjá tollvaldinum fingu illgruna til kvinnunan, tá ið hon kom við flogfari til Føroya.
Kvinnan sat í koyristóli.
Tá ið tollararnir kannaðu stólin nærri, funnu teir yvir tvey kilo av hassji í stólinum.
Seinni vísti tað seg, at kvinnan kundi ganga.
Kvinnan var í grundlógaravhoyring varðhaldsfonglað í fýra vikur. Hald var eisini lagt á koyristólin.
Italskt og dominikanst pass
Kvinnan hevði italskt og dominikanskt pass.
Ákærin heldur ikki, at kvinnan hevur verið í Føroyum áður.
Ákærin heldur, at hassji skuldi seljast í Føroyum, men ákæruvaldið veit tó ikki, um møguliga onnur fólk vóru við í ætlanini.
49 ára gamla kvinnan var í Føroya Rætti í dag dømd fimm mánaðar fongsulsreving fyri at hava smuglað 2 kilo og 74 gramm av hassji til Føroya.
Hon er eisini víst út úr landinum, og hevur fingið sýtt innferðarloyvi til Føroya í fimm ár.