Siumut-formaðurin afturvaldur

Siumut-formaðurin afturvaldur
Erik Jensen er afturvaldur sum floksformaður í grønlendska Siumut við stórum meiriluta, tí hann fekk heili 57 prosent av atkvøðunum.
Erik Jensen vann sannførandi á formansvalinum í grønlendska Siumut-flokkinum um vikuskiftið
Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix  
 
31.07.2023 - 08:10

Eingin ivi er um, hvønn limirnir í grønlendska flokkinum Siumut vilja hava at standa á odda fyri flokkinum, tí Erik Jensen er afturvaldur sum floksformaður við stórum meiriluta.

39 av teimum 68, sum vóru á landsfundinum hjá Siumut um vikuskiftið, atkvøddu fyri honum, og tað svarar til 57 prosent. Aki-Matilda Høegh-Dam fekk 16 atkvøður og Kim Kielsen fik 13.

Hetta er annað formansskeiðið hjá Erik Jensen. Hann var valdur í 2020, tá hann vann í seinna valumfari 39-32 á Kim Kielsen, sum hevði verið formaður síðani 2014. 

Í fyrra valumfarinum tá fekk Erik Jensen 35 atkvøður, Kim Kielsen 29 og Vivian Motzfeldt sjey atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948