Hugtakandi ljóðmynd um ríðiítróttina

Hugtakandi ljóðmynd um ríðiítróttina
Uni Arge eltir í ljóðmyndini "Tá føroyingar fóru at ríða kapp" slóðini hjá fyrstu kappríðarunum í Føroyum og sigur søguna um, fyrstu ólavsøkukappríðingarnar
Nakrir av kappríðarunum, ið løgdu lunnar undir ríðiítróttina í Føroyum
 
29.07.2023 - 14:00

Fyrr í ár gjørdist Føroya Ríðingarfelag 80 ár.

Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn 25. februar í 1943.

Endamálið við felagnum var at stimbra áhugan fyri ríðiítróttini, fáa til vega ríðibreyt, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar.

Skipað varð kortini fyri kappríðingum, áðrenn Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Tann fyrsta var á ólavsøku í 1921, og riðið varð kapp hvørt ár til 1929.

Steðgur var síðan í til 1936, tá kappríðingarnar vórðu tiknar uppaftur, og undir krígnum fóru ríðarar at ganga skrúðgongu ólavsøkuaftan í sambandi við setanina.

Í hesi ljóðmyndini elta vit slóðina hjá fyrstu kappríðarunum í Føroyum og hoyra um, hvussu føroyingar hildu ólavsøku tey árini, fyrstu kappríðingarnar vóru.

Uni Arge skrivar og leggur til rættis. Finnur Hansen hevur sett saman.

Hoyr ljóðmyndina her.

1609904

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109