- Tíðindi, mentan og ítróttur
Báðir partar arbeiða víðari við at fáa meira varandi orku
- Vit hava fingið váttað, at báðir partar eru samdir um og hava vilja til at arbeiða víðari við málinum um at fáa meira varandi orku.
Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, um fundin, sum hon hevði við umboð fyri SEV í gjár.
Á fundinum varð millum annað pumpuskipanin hjá SEV í Vestmanna umrødd.
Pumpuskipanin krevur meira vindorku
Kári Johansen, formaður í nevndini fyri SEV, segði í gjár, at ein treyt fyri pumpuskipanini er, at nóg mikið av vindorku fæst.
Eftir fundin segði formaðurin, at fundurin var góður og at SEV væntar eina loysn.
- Partarnir eru samdir um, at málið skal røkkast, og landsstýriskvinnan lovaði at arbeiða fyri tí, segði hann.
>>>SÍ: SEV væntar eina loysn<<<
Fremja orkuskiftið
Landsstýriskvinnan sigur, tað hevur stóran týdning at fáa framt orkuskiftið skjótt, og at tað krevur umlegging.
- Tí arbeiða vit við øllum teimum átøkum, sum kunnu vera við til at fáa meira varandi orku, sigur hon.
Landsstýriskvinnan sigur, at tey hava lagt seg eftir at gera fyrireikingararbeiðið rættstundis og arbeiða við útboðum til útbyggingar í góðari tíð.
Umhvørvisárinsmetingar skulu verða gjørdar, áðrenn útbyggingarverkætlanir byrja.
- Á henda hátt slepst undan seinkingum, orsakað av møguligum kærum, sigur hon.
Pumpuskipanin er dýrkað 400 milliónir kr.
Broytingar í heyst
- Øll fara sjálvandi framvegis at fáa høvi at bjóða seg fram til at arbeiða við vindmyllulundum, sigur hon.
Ingilín D. Strøm sigur, at væntandi koma broytingar á økinum í heyst.
Broytingar í elveitingarlógini koma í tingið í heyst, og har eru nakrar ásetingar, sum skulu bøta um viðurskiftini.
- Vit eru í einari politiskari tilgongd, og sita júst nú og arbeiða við hesum, sigur Ingilín D Strøm.