Watson farin út um 12 fjórðingar

Watson farin út um 12 fjórðingar
Skipið varð ikki steðgað, tí lutfall skal vera millum lógarbrotið og tað, sum løgreglan ger, sigur fútin
 
19.07.2023 - 14:32

Skipið John Paul de Joria fór í dag aftur inn um 12 fjórðingamarkið .

Tað breyt sostatt forboðið, sum tað hevur fyri at koma í føroyskt sjóøki. Revsingin er bót.

Danska og føroysku sjóverjuskipini fylgdu skipinum fyri at vita, hvørja leið tað fór.

 

Michael Boolsen, fúti. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Skipið var ikki steðgað, tí lutfall skal vera millum lógarbrotið og tað, sum løgreglan ger, sigur Michael Boolsen, fúti.

John Paul de Joria kom í Skopunarfjørð, áðrenn tað fór vestur í hav, og skipið er nú aftur uttan fyri 12 fjórðingar.

Hoyr samrøðu við Michael Boolsen í útvarpstíðindunum: 
 

19072023_Boolsen_um_Watson
 
 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109