- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið eyðmerkt 14 órættað børn
Politiið eyðmerkt 14 órættað børn
Illgruni er um, at fleiri børn hava verið fyri misnýtslu á netinum, og at talan er um fleiri gerningsmenn
18.07.2023 - 13:23
Tveir menn sita í løtuni varðhaldsfongslaðir í máli um kynsliga misnýtslu av børnum á netinum.
Talan er um barnalokking ella sonevnda grooming.
Heri Andreassen er leiðari á kanningardeildini hjá politinum.
Politiið hevur higartil eyðmerkt 14 órættað børn í aldrinum 10 til 17 ár, men illgruni er um, at fleiri børn hava verið fyri misnýtslu á netinum, og at talan er um fleiri gerningsmenn, sum ikki eru eyðmerktir enn.
Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum, serliga á Snapchat, men eisini á TikTok og F3.
Hoyr Hera Andreassen, leiðara á kanningardeildini hjá politinum, í útvarpstíðindunum:
18072023_Heri_Andreassen_um_grooming
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV