Leingja verjugarðin í Kirkjubø

Leingja verjugarðin í Kirkjubø
Verandi garður verður longdur, so steinar fara at liggja undir Kirkjubømúrinum suður til verjugarðin við kirkjutoftina Líkhús
Í fíggjarlógini fyri 2023 eru 750.000 krónur settar av til arbeiðið í Kirkjubø.
 
14.07.2023 - 08:41

Farið er undir at leingja verjugarðin í Kirkjubø, so hann eisini verjir Múrin.

Í fjør byrjaði arbeiðið at leingja verjugarðin, bakkaverjuna, í Kirkjubø.

Nakrir steinar blivu lagdir í fjøruna framman fyri Ólavskirkjuna.

Í summar verður hildið fram.

Verandi garður verður longdur, so steinar fara at liggja undir Kirkjubømúrinum suður til verjugarðin við kirkjutoftina Líkhús. 

Í fíggjarlógini fyri 2023 eru 750.000 krónur til arbeiðið.

Ólavskirkjan er annars vard móti sjónum við verjumúri, sum er frá 1874. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109