- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klára at halda skil á fartelefonum í skúlanum
Klára at halda skil á fartelefonum í skúlanum
Tó krevur tað meira at fáa teir eldru næmingarnar at leggja telefonirnar frá sær, enn tað krevur at fáa teir yngru at akta, sigur formaðurin í Lærarafelagnum
12.07.2023 - 12:40
40 fólkaskúlar eru í Føroyum, og allir taka hvør sær støðu til, um fartelefonir skulu eiga pláss í skúlastovunum.
Jákup Eli S. Olsen, formaður i Føroya Lærarafelag, sigur, at skúlarnir í løtuni megna at halda skil á.
Tó krevur tað meira at fáa teir eldru næmingarnar at leggja telefonirnar frá sær, enn tað krevur at fáa teir yngru at akta.
Í løtuni er ikki tørvur á, at ein yvirskipaður myndugleiki ger reglur fyri, hvat skúlanir skulu gera við fartelefonirnar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11072023_Jacob_Eli
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV