- Tíðindi, mentan og ítróttur
Paul Watson á Nólsoyarfirði
Paul Watson á Nólsoyarfirði
Skipið John Paul de Joria setti kósina móti Havnini, so skjótt sum grindaboðini komu
Mynd: Hans Oluf Johannessen
09.07.2023 - 18:43
Tjaldrið hevur fylgt skipinum John Paul de Joria, frá tí at tað fór inn um 12 fjórðinga markið, til tað nú liggur í Nólsoyarfirði. Hvidbjørnen er eisini á staðnum, men tað er enn óvist, hvat fer at henda.
Tað, sum setti ferð á, vóru grindaboðini, sum komu seinnapartin um trý-tíðina. Grindin var funnið í Hestfirði, og hon varð stutt eftir hildin til í Sandagerði í Havn. Talan var um einar 80 hval og drápið gekk skjótt fyri seg.
Skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, varð statt norðanfyri, tá ið grindaboðini komu, og setti beina kós móti Havnini. Skipið náddi ikki fram áðrenn drápið og heldur eingin órógvaði á landi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV