- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri vilja lesa námsfrøði
Lítil løn og strævnar arbeiðsumstøðurnar eru orsøkin til, at færri vilja lesa námsfrøði.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
Fleiri lestrarpláss hava ikki hjálpt upp á støðuna.
Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Jógvan Philbrow heldur, at størri áhugi hevði verið fyri útbúgvingini, um tey eldru, sum longu arbeiða á økinum, høvdu havt betri fíggjarligar umstøður.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
46 umsóknir um námsfrøði
Fróðskaparsetrið fekk 389 umsóknir um lestrarpláss í 2023.
340 teirra eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, sum vóru bodnar út í ár.
48 hava søkt um masterútbúgving, og ein hevur søkt um hjánám í føroyskum.
99 hava søkt um sjúkrarøktarfrøði.
52 vilja vera lærari, tey vóru 64 í fjør og 75 í 2021. 46 hava søkt um námsfrøði.
Og 58 vilja sleppa at lesa løgfrøði.
Fróðskaparsetrið bjóðar eisini nýggja masterútbúgving í dátuvísindum. Har eru 16 umsóknir.
Fróðskaparsetrið sigur, at allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 10.juli.
Í fjør søktu 392 um lestrarpláss á Setrinum.
Samanborið við 2021 minkaði umsóknartalið 13,8 prosent.