- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðlastjórar: Stuðulsskipanin eigur at verða endurskoðað
Miðlastuðulsskipanin eigur í besta føri at verða endurskoðað og broytt.
Tað halda ábyrgdarhavandi stjórar á føroyskum miðlum, sum føroyska Frihedsbrevet hevur tosað við.
Teir finnast serliga at verkætlanarstuðlinum.
Landið hevur sett tvær milliór kr. av til miðlastuðul. Av hesum fara 70 prosent, tað eru 1,4 milliónir, til verkætlanir.
Býtt skipan
Men Sverri Egholm, netredaktørur á portal.fo, sigur við Frihedsbrevet.fo, at skipanin bara órógvar, og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum, sigur bart út, at hetta er ein býtt skipan.
Harumframt halda Sverri Egholm, Jóhann Lützen á Norðlýsinum og Gunnar Skúvadal á vp.fo, at núverandi skipan við miðlastuðli átti at verið tikin av.
Eirikur Lindenskov leggur aftrat, at tað hevði verið betri at farið aftur til ta skipanina, sum var galdandi, áðrenn verkætlanarstuðulin kom uppí.
Hesum tekur Jóhann Lützen undir við.
- Tá fekk redaktiónin ræðisrætt á pengunum, og tað var munandi betri enn skipanin, sum er nú, sigur hann við Frihedsbrevet.fo