- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj farstøð: Ein møguleiki er fígging úr Íleggingargrunninum
Ein møguleiki til at fíggja eina nýggja farstøð á flogvøllinum, er at brúka pening úr Íleggingargrunninum.
Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, sum hevur tørv á stórari milliónaupphædd, um flogvøllurin skal verða førur fyri at byggja nýggja farstøð:
Regin I. Jakobsen er stjóri í Vága floghavn.
Regin Jakobsen vísir á, at flogvøllurin megnar ikki at fíggja nýggja farstøð sjálvur:
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, varðar av Vága floghavn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Vita um tørvin
Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í innlendismálum, og varðar av Vága floghavn.
Hann sigur í stuttari viðmerking, at landsstýrið veit um tørvin hjá Vága floghavn. Hann sigur eisini, at leisturin, har peningur úr Íleggingargrunninum verður brúktur til útbyggingar á flogvøllinum, er brúktur fyrr, og tí er hugsandi, at tað verður gjørt aftur.
Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at málið hevur ikki hevur verið til politiska viðgerð.
Slakar 700 milliónir kr. standa í Íleggingargrunninum, sambært nýggjasta roknskapinum, sum er frá 2021. Haraftrat eigur Íleggingargrunnurin partabrøv fyri knappar 200 milliónir.
Íløgur í undirstøðukervi
Endamálið hjá íleggingargrunninum er at veita fígging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervi og tílíkt, sum skal menna vinnulívið í Føroyum, og har onnur figging ikki fæst.
Íleggingargrunnurin hevur longu fíggjað umleið 400 milliónir kr. til at útbyggja Vága Floghavn. Hetta var gjørt, eftir flogvøllurin var yvirtikin í 2007.