Tindhólmur og Petur Pan hepnaðust til fulnar

Tindhólmur og Petur Pan hepnaðust til fulnar
Yvir 600 fólk vóru útferð við Westward Ho til Neverland
 
04.07.2023 - 10:14

Fyrr í ár kom Disneyfilmin Peter Pan & Wendy út á Disney+. Talan er um eina endurinnspæling av kenda Disneyteknifilminum um dreingin, Petur Pan, ið ongantíð verður vaksin.

 

Jolly Roger (Westward Ho) á veg út til Tindhólm

 

Í nýggja filminum eru Føroyar frumsøgna landið Neverland, har tann óndi skiparin Hook ræður.

Í tí sambandi varð skipað fyri familjutúrum við Westwardi Ho til Tindhólm.

 

Petur_Pan_film

Her sæst ein samandráttur av túrunum

 

Endamálið var at geva fólki ein møguleika at uppliva fantastiska umhvørvið, har ið nýggi Peter Pan & Wendy filmurin var filmaður. 15 túrar vóru sigldir, og allir vóru útseldir.

 

Lurta eftir samrøðuni við Regin W. Dalsgarð og Siri Hansen, ið skipaðu fyri túrunum:

1608765

 

Sjónvarpslýsing av Disneyfilminum Peter Pan & Wendy

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109