- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja dokkin gevur 100.000 rúmmetrar av gróti
Nýggja dokkin gevur 100.000 rúmmetrar av gróti
MEST skal brúka 20.000 rúmmetrar, men eingin avtala er gjørd um restina av grótinum
04.07.2023 - 09:22
Arbeiðið at gera dokk á Skála gevur yvir 100.000 rúmmetrar av gróti.
MEST skal brúka 20.000 rúmmetrar.
Avtala er ikki gjørd um restina av grótinum, men Runavíkar kommunu hevur víst áhuga fyri tí, sigur MEST.
Hetta merkir, at lastbilar skulu koyra 12.000 ferðir av byggiøkinum við gróti.
Seks dagar um vikuna í hálvt ár
Hetta fer at taka hálvt ár, seks dagar um vikuna.
Arbeiðstíðin er frá klokkan átta á morgni til tíggju á kvøldi.
Skrivstovubygningurin, Stórhús, guli goymslubygningurin, Íshúsið og stóra tjaldið á økinum skulu takast niður, tá dokkin skal gerast.
1500 rúmmetrar skula gravast upp av botninum og tyrvast á góðkendum tyrvingarplássi á landi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV