- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta freist at søkja um hjálparískoyti
Í dag er seinasta freist at søkja Almannaverkið um hjálparískoyti.
Fólk kunnu søkja um 12.000 kr., sum kann gjaldast eina ferð til eitt fólk í húskinum.
Húski er fólk, 18 ár ella eldri, sum sambært fólkayvirlitinum eru skrásett at búgva í bústaðnum.
Ogn ávirkar
Inntøka og ognir hava ávirkan á ískoytið.
Er talan um húski við einum vaksnum, kann ískoyti latast, um inntøkan ikki er størri enn 290.000 kr.
Hjá húski, har tvey vaksin ella fleiri búgva, skal inntøkan ikki vera størri enn 440.000 kr.
Ognin, tað eru pengar, sum fólk hava í peningastovni, og virðisbrøv, skal ikki vera størri enn 50.000 kr., har ein ella tvey vaksin búgva, og ikki fara upp um 70.000 kr., har fleiri enn tvey búgva.
Búgva fólk, sum eru 22 ár ella yngri, saman við einum ella báðum foreldrunum, kunnu tey eiga upp í 50.000 kr.
Løgtingið samtykti lógina um hjálparískoytið 22. mars.
31. mars kunngjørdi Almannaverkið, at nú bar til at søkja um hjálparískoyti.