
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit skulu vænta fleiri amerikanskar kavbátavitjanir
Vit skulu vænta fleiri amerikanskar kavbátavitjanir
Kjarnorkurikni kavbáturin á Oyrareingjum verður liggjandi til hósdagin

Amerikanski kavbáturin á Oyrareingjum verður liggjandi til hósdagin.
27.06.2023 - 15:00
- Vit skulu vænta at síggja fleiri amerikanskar kavbátar á føroyskum firðum. so hvørt sum samstarvið við USA mennist.
Tað sigur Høgni Hoydal, landstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Í gjár kom ein kjarnorkurikin kavbátur hjá amerikanska flotanum á Oyrareingir, har hann verður liggjandi til hósdagin.
Kavbáturin hevur fingið treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóøki og í havn í Føroyum.
Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal í útvarpstíðindunum:
27062023_Hogni_um_kavbatar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV