Vinnunevndin undrast: Hví brúka pensjónsfeløgunum ikki pengar í Føroyum?

Vinnunevndin undrast: Hví brúka pensjónsfeløgunum ikki pengar í Føroyum?
Brúk er fyri bæði meira váðafúsum byrjanarkapitali til nýggj feløg, men eisini í breiðari vinnupolitiskum høpi, sigur Vinnunevndin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2025 - 10:17

Vinnunevndin undrast á tann lítla áhuga hjá føroysku pensjónsfeløgum, sum nevndin sigur eru væl polstrað, at brúka pengar á føroyska kapitalmarknaðinum.  

Brúk er fyri bæði meira váðafúsum byrjanarkapitali til nýggj feløg, men eisini í breiðari  vinnupolitiskum høpi, sigur Vinnunevndin.

Vinnunevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata Framtaki 38 milliónir krónur, sum Framtak hevur fingið í rentufríum og avdráttarfríum láni úr landskassanum, sum eginpening.

Lánið er nú rentu- og avdráttarfrítt til 15. mai í ár.

Broytingin til eginpening ger, at eginognin hjá Framtaki fer úr 80 milliónum krónum upp í 118 milliónur krónur.

 

Framtak kann nú seta 12 mió. kr. í eitt felag

Hetta ger, at ásetingin hjá Framtaki, sum sigur, at grunnurin í mesta lagi kann seta 10 prosent av eginognini í eitt felag, fer úr átta milliónir krónur upp í 12 milliónir krónur. 

Hetta gevur Framtaki størri rásarúm, sigur Vinnunevndin.

Sambært uppskotinum skal Framtak hava 38 mió. kr. í tøkum peningi komandi trý árini til at gera íløgur  í smáar og miðalstórar fyritøkur, millum annað íverksetarafeløg og fyritøkur, sum eru nýstovnað ella nýliga stovnað. 

Vinnunevndin sigur seg hava fingið at vita, at Framtak er ført fyri at gera tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551