
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar eyðsýndar broytingar skulu gerast í Hoydølum
Ongar eyðsýndar broytingar skulu gerast í Hoydølum
Landið hevur selt ein part av Hoydølum til Tórshavnar kommunu við treytaðum skeyti

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, skrivaðu undir avtaluna um Hoydalar við treytaðum skeyti 25. mai.
23.06.2023 - 13:36
- Eg havi heimild til at skriva undir avtaluna um Hoydalar gjøgnum eyjkajáttan í løgtinginum í 2022 og eftirfylgjandi átekning í 2023.
Tað sigur Djóni Nólsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sum hevur selt ein part av Hoydølum til Tórshavnar kommunu við einum treytaðum skeyti.
Ein partur av avhendaða økinum í Hoydølum hoyrir undir Umhvørvismálaráðið og ikki Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
- Avtalan tryggjar at ongar eyðsýndar broytingar kunnu gerast í Hoydølum, sigur landsstýrismaðurin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23062023_Djoni_um_Hoydalar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV