Makaskifti: Broyttu skeytið í evstu løtu

Makaskifti: Broyttu skeytið í evstu løtu
Ásetingin um at einki nýtt virksemi má vera á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan í Hoydølum, varð tikin úr treytaða skeytinum
Tórshavnar kommuna fekk í evstu løtuni strikað ein part í skeytinum um virksemi á fløtuni frammanfyri gamla studentaskúlan í Hoydølum.
 
22.06.2023 - 13:12

Tórshavnar kommuna fekk í evstu løtu steðga ætlanini um eina áseting í treytaða skeytinum í makaskiftinum, sum segði at einki nýtt virksemi má vera á økinum frammanfyri gamla studentarskúlabygningin, tá kommunan yvirtekur lendi.

Mentamálaráðið vildi hava eina avmarking galdandi fyri matrikkul 19 OG matrikkul 18 - tað vil siga lendið har gamli studentarskúlin stendir, og lendið har barakkin stendir, sum hýsir barnagarði í dag.

Men Tórshavnar Kommuna vildi bara hava avmarkandi ásetingina at galda fyri matrikul 18 - tað vil siga ikki fyri økið har gamli studentarskúlin stendir og tað petti av fløtuni frammanfyri, sum verður tikið uppí ognina, um økið verður ummatrikulerað.

Kommunan og Barna og útbúgvingarmálaráðið skrivaði undir treytaða skeyti tann 25. mai. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22062023_Hoydalar

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050