- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ikki ræði á lendi í Hoydølum, sum er selt kommununi
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur ikki ræði á lendinum, sum ráðið hevur selt Tórshavnar kommunu.
Tað staðfestir Umhvørvisstovan í fráboðan til ráðið í oktober í 2022.
Kringvarpið hevur fingið innlit í alt samskiftið millum Tórshavnar kommunu og Barna- og útbúgvingarmálaráðið og táverandi Mentamálaráðið um málið.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, skrivaðu undir treytað skeyti í mai.
Skrivaðu undir treytað skeyti
Tann 25. mai skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og spildurnýggi landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nólsøe Joensen, undir eitt treytað skeyti.
Tórshavnar kommuna hevði keypt gamla studentaskúlan og lendið undir honum, matrikul nr. 19, og barakkirnar við síðuna av, og lendið undir teimum, matrikul nr 18.
Afturfyri fekk Barna og útbúgvingarmálaráðið økið á Frælsinum, har ætlan er at gera Kampus til Fróðskaparsetur Føroya.
Skeytið er treytað, og tað er tað av fleiri grundum - eitt nú tí, at ein áseting verður strikað, sum gevur Umhvørvisstovuni ræðisrættin yvir millum annað matrikul nr. 18 - tað er lendið, har barakkirnar standa.
Umhvørvisstovan hevur átalurætting og skal spyrjast eftir, um nakað skal broytast, var staðfest í 2012.
Gamli studentaskúlin og barakkirnar í Hoydølum.
Víðkað eisini til at fevna um barakkirnar
Eitt annað krav er at matrikulin, har gamli studentaskúlin stendur - matrikul nr 19 - verður víðkaður til eisini at fevna um matrikulin við síðuna av, har fyribils barakkirnar standa, matrikul nr. 18.
Síðani skal byggisamtykkin broytast, so friðaða økið við fyribilsbarakkunum hevur somu byggisatykt sum økið við skúlanum á - ein byggisamtykt, sum loyvir nýbygging og broytingum, um loyvi fæst frá yvirfriðingarnevndini.
Men enn er einki havi hesum gjørt, og einki skjal er tinglýst.
Sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í alt samskifti millum Tórshavnar kommunu og táverandi Uttanríkis- og Mentamálaráðið, hevur Umhvørvisstovan í oktober í 2022 gjørt vart við, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið varðar ikki av martikli nr.18, sum barakkirnar standa á, og sum ráðið hevur selt til Tórshavnar kommunu.
Sambært servituttinum eru ræðisrætturin og átalurætturin hjá Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan spyrjast
Sambært fráboðan frá stjóranum í Umhvørvisstovuni til Mentamálaráðið í oktober í 2022, var hesin matrikul, saman við sanatoriutrøðni og Veðurstovuni staðfest at verða í Innlendismálaráðnum í 2006, og tí hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki ræði á lendinum.
Innlitið vísir somuleiðis, at ein servituttur í 2012 staðfestir, at ræðisrætturin og átalurætturin liggur hjá Umhvørvisstovuni. Tað vil siga, at skal nakað broytast ella byggjast, er tað Umhvørvisstovan, sum skal spyrjast eftir.
Tað var somuleiðis staðfest at Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna í felag skulu gera frílendisætlan fyri økið.
Servitutturin skal forða fyri, at politisk uppílegging broytir ætlanirnar um eitt fríøki í Hoydølum, stendur í ásetingini.