- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýføddur grátur uppi á loftinum
Sjey minuttir gingu, frá tí at pápin ringdi 112, til lítla Liva Jóhansdóttir varð fødd.
Mamman fekk so brádliga verkir, at ikki var hugsingur um at fara á Landssjúkrahúsið, men hinvegin traðkaði eitt lokalt netverk til.
Óvanliga føðingin gekk fyri seg í øllum góðum heima hjá ommuni í Klaksvík, og í verðina kom ein genta, sum gjørdi so skjótt av, at omman mátti traðka til sum ljósmóðir.
Liva Jóhansdóttir er púra óávirkað av óvanligu umstøðunum, tá ið hon varð fødd. Hon er sunn og frísk og bæði svevur og etur væl.
22. juni er dagurin, tá ið Christina Jensen var sett at eiga annað barnið, men hon kom nakrar dagar fyri tíð og tók alt og øll á bóli, tí hon gjørdi so skjótt av.
Tveir dagar eftir føðing fóru Liva og foreldur hennara á landssjúkrahúsið at verða kannað, og har staðfestu tey, at alt er, sum tað skal vera.
Knapt tvey ára gamli Gilli, svav, meðan foreldur og omma hansara fingu lítlusystur hansara í verðina.
Tá ið hann vaknaði, var hann nakað ørkymlaður av at síggja 10 fólk inni í sovikamarinum rundan um mammuna, sum lá við Livu á bringuni.
Hann er sera errin av lítlusystur síni.