Landsstýrið biður um størri heimild at seta tiltøk í verk

Landsstýrið biður um størri heimild at seta tiltøk í verk
Skotið verður upp at strika regluna um, at tiltøk kunnu setast í verk við heimild í serstakari løgtingslóg
Landsstýrið vil hava størri heimildir at seta í verk tiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi í sambansdi við kríggið í Ukraina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.05.2023 - 15:33

Landsstýrið hevur í dag lagt fram uppskot, sum víðkar heimildirnar hjá landsstýrinum at seta í verk avmarkandi tiltøk, í samband við kríggið í Ukraina.

Ítøkiliga broytingin í uppskotinum frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, er, at grein 1, stk. 2, verður tikin úr lógini. 

Hetta brotið sigur, at "Tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, kunnu ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg."

Verður uppskotið samtykt, nýtist landsstýrinum ikki at hava heimild í serstakari løgtingslóg fyri at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi, sum avleiðing av innrásini í Ukraina.

 

Ráðførir seg við Uttanlandsnevndina

Lógaruppskotið hevur til endamáls at víðka heimildirnar at seta í verk avmarkandi tiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi, sum aftursvar í sambandi við atgerðirnar móti Ukraina.

Møguligar avgerðir um at steðga týðandi búskaparligum samstarvi við onnur lond, eru sera álvarsom stig, sum kunnu hava avleiðingar fyri búskapin, samfelagið og vinnuna, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum til uppskotið.

Slík tiltøk verða mett at hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, og tí ráðførir landsstýrismaðurin seg við Uttanlandsnevndinina um ítøkiligu tiltøkini, áðrenn tey verða sett í verk, við heimild í lógini um  Stýrisskipan Føroya, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948