"Tá eg rakni við aftur, standi eg við flogfarið á veg til Danmarkar"

"Tá eg rakni við aftur, standi eg við flogfarið á veg til Danmarkar"
Fimm ára gamli Petur var í 2004 tikin frá familju í Føroyum og koyrdur á viðgerðarstovn í Danmark. Í dag er hann sannførdur um, at hann kundi havt fingið ein betri uppvøkstur
Ein seinasta heilsan. Fimm ára gamli Petur her á flogvøllinum á veg til Danmarkar, har hann skuldi búgva á viðgerðarstovni fyri børn og ung. Føroysku miðlarnir fylgdu væl við í málinum um Petur.
Mynd: Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur"  
 
02.06.2023 - 10:08

"Eg kundi havt fingið ein nógv betri uppvøkstur, enn hvat eg fekk her", sigur Petur, meðan hann skimast yvir nakrar reyðar bygningar. Í bygningunum húsast ein viðgerðarstovnur fyri børn og ung við atferðartrupulleikum. 

"Tað, sum fyllir mest við at síggja staðið her, er pínan", sigur Petur um staðið, sum var heimið hjá honum í 14 ár. Tað var har, danskir myndugleikar mettu, var best fyri Petur at vera.  

petur1.png

Caption: 
Í reyðu húsunum búði Petur í 14 ár. Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

"Tað var har, eg lærdi um pínu. Hvussu ógvuslig og kraftig pína faktiskt kann vera. Og hvat hendir, tá mann irriterar tey skeivu børnini, sum eru størri enn ein sjálvur", sigur hann.

 

Ein vanlukka broytti alt

Petur var føddur í Føroyum, men flutti hálvt ára gamal til Danmarkar við mammu síni, Agnas, tvíburasystrini, Amandu, og eldru systrini, Anitu. Tey búðu við hvørt saman við pápanum, men fluttu fleiri ferðir frá honum og búðu aðrastaðni í Danmark.

petur_systurin_og_mamman.png

Caption: 
Skíggjamynd úr "Lítli Petur". Mynd av Peturi, Amandu og Agnas.

Í februar 2003 rýmdi mamman við Peturi og systrunum til Føroya og flutti inn til ommuna og abban í Purkugerði í Havn. Tríggjar mánaðar seinni hendi vanlukkan, sum broytti alt. 

Petur minnist enn lagnuløtuna, tá hann sum fýra ára gamal sá mammuna á lívi fyri seinastu ferð. Eldur var komin í húsini, og øll sluppu sær til rýmingar. 

"Mamma biður meg fara út, og eg vendi mær við og sigi: "nei, eg fari ikki út uttan teg". Hon biður meg fara út, tí hon var jú beint aftan fyri meg. Í dag hevði eg ynskt, at eg bara stóð har og helt fast við ikki at fara uttan mammu". 

Agnas doyði einans 27 ára gomul.

 

Kámut minni um tíðina eftir vanlukkuna

Tíðin eftir vanlukkuna er kám, og tað var ringt hjá Peturi at skilja, hvat var hent.

"Tað rakar meg ikki, fyrr enn vit standa í kirkjuni. Mostir mín skal til at koyra lokið á. Men eg var bara ikki klárur til tað. Tá lokið varð koyrt á, er tað sum, at alt verður svart fyri meg. Og so rakni eg við aftur, tá eg standi við flogfarið á veg til Danmarkar". 

Í mánaðum eftir vanlukkuna býr familjan saman. Systrarnar koma í eina fosturfamilju, meðan Petur verður búgvandi hjá ommuni og abbanum.

petur_og_systrarnar.png

Caption: 
Petur og systrarnar. Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

 

Eingin hóskandi stovnur í Føroyum

Men heima hjá ommuni og abbanum fekk hann ikki loyvi at vera verandi. Nú mamman var deyð, var tað pápin, sum búði í Danmark, sum hevði foreldramyndugleikan. Og hann vildi hava børnini til Danmarkar. Men Karup kommuna metti ikki, at hann var førur fyri at hava børnini. 

Systrarnar trivust væl hjá fosturfamiljuni, og tær fingu loyvi at vera verandi har. 

Øðrvísi var við Peturi.

Sosiala deild hjá Tórshavnar kommunu metti, at hann skuldi á viðgerðarstovn fyri børn við atferðartrupulleikum. Karup kommuna gjørdi av, at Petur skuldi á stovn í Danmark, tí eingin hóskandi stovnur var í Føroyum. 


Stríddust fyri Peturi 

Familjan hjá Peturi troytti allar møguleikar fyri at fáa lítla drongin at vera búgvandi í Føroyum. Men avgerðin varð ikki broytt. 

Lítli Petur skuldi skiljast frá familjuni og kendu umstøðunum í Føroyum og sendast á viðgerðarstovn í Danmark. 

systurin_omman_og_petur.png

Caption: 
Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

Hetta vakti tó øsing í Føroyum. Áhugafeløg, einstaklingar og familjan stríddust fyri Peturi. Politiska skipanin segði seg eisini arbeiða fyri málinum, og byrjað varð upp á eitt lógaruppskot, sum skuldi seta viðgerðarstovn á stovn. 

Men Tórshavnar kommuna segði seg einki kunna gera fyri at bjarga Peturi undan ókendu framtíðini á viðgerðarstovni í Danmark. 

Petur búði hjá ommuni og abbanum í meira enn eitt ár, meðan danskir og føroyskir myndugleikar togaðust um, hvat skuldi henda við honum. 

Í august 2004 fekk familjan endalig boð um, at Petur skuldi til Danmarkar. Fráferðin skuldi vera tvær vikur seinni. 

litli_petur.png

Caption: 
Føroysku miðlarnir fylgdu við í málinum lítla Petur. Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

 

Kom ongantíð heim aftur

Tað var ein ørkymlaður, lítil drongur, sum flutti inn á danska viðgerðarstovnin.

"Eg visti ikki, at tað var dagurin, har eg flutti inn á stovnin. Eg helt, at vit líka skuldu vita, um hetta var nakað, sum passaði til mín".

litli_petur3.png

Caption: 
Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

Í hugaheiminum hjá Peturi var vitjanin á stovninum ein lítil feria. Heim aftur skuldi hann jú. Men soleiðis var ikki.

Petur kom ongantíð heim aftur. 

 

Longdist heim til Føroya

Petur longdist illa heim til Føroya. Hann skilti ikki, hví hann ikki kundi sleppa heim aftur til familjuna. 

"Eg royndi at tilpassa meg til staðið. Men tað var hart. Eg var bara ein lítil 5 ára gamal drongur, sum ikki dugdi danskt. Hini børnini tvætlaðu nógv við mátanum, sum eg tosaði uppá", minnist hann. 

Petur tosaði javnan heim við familjuna í Føroyum. Men so við og við var telefontíðin skerd. At enda var telefontíðin avmarkað til eina ferð um vikuna. Á sama hátt vóru ferðir til Føroya eisini skerdar úr tveimum ferður niður í eina ferð um árið.

petur_og_systrarna2.png

Caption: 
Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

Og nakrar ferðir um árið fekk Petur vitjan úr Føroyum. Men tað var torført hjá lítla Peturi at skilja, hví hann ikki slapp heim aftur til Føroya við teimum. 

Vikuskiftini í Danmark vóru mangan brúkt saman við pápanum. Men sambandið við pápan broyttist við tíðini og bleiv meira og meira keðiligt. 

 

 

"Fólk gjørdu móti mær, sum tey vildu"

Áhaldandi stríddist familjan í Føroyum við at fáa Petur heim. Men einki hjálpti. Petur skuldi vera verandi á einum stovni, har hann als ikki treivst.

omman_og_abbin_i_dv.png

Caption: 
Familjan stríddist fyri at fáa Petur heim. Omman og abbin hjá Petur vóru gestir í Degi og viku í samband við málið um lítla Petur. Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

Hann knýtti seg til starvsfólk á stovninum, men eftir eina tíð fóru tey víðari í annað starv. Tað gjørdi, at hann misti álitið á fólk. 

Tað var eisini torført hjá honum at seta orð á tankar og kenslur, og hann fór meira og meira inn í seg sjálvan. 

"Eg eri blivin happaður, og eg eri blivin bankaður. Fólk gjørdu bara soleiðis móti mær, sum tey høvdu hug til".

Til endans gjørdist tað so svárt, at Petur royndi at taka lívið av sær sjálvum. Fleiri ferðir. 

Í alt búði Petur á viðgerðarstovninum í 14 ár. 

 

Setti síni spor

Svára barndómstíðin hevur sett síni spor í Peturi, sum minnist aftur á tíðina við sorg og iðran. 

"Nú angri eg nógv, sum eg havi gjørt. Millum annað at eg havi tikið stoffir. Tað hjálpti mær ikki. Alkohol hjálpir mær heldur ikki".

Petur, sum í dag kallar seg Alex, býr á Mors í Norðurjútlandi við einum vinmanni.

petur_alex.png

Caption: 
Skíggjamynd úr sendingini "Lítli Petur".

 

Søgan um Lítla Petur 

Dokumentarurin "Lítli Petur" fortelur søguna um lívið hjá Peturi, sum gjørdist landskendur í Føroyum, tá hann fyri 20 árum síðani misti mammu sína í eini vanlukku, og eitt ár seinni varð koyrdur á stovn í Danmark.

Tú finnur sendingina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477