
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin viðger samstarvið við Russland í dag

Klokkan tíggju fyrrapartin fer uttanlandsnevndin hjá løgtinginum at viðgera frágreiðingina hjá landsstýrinum um føroyska samstarvið við Russland.
Við frágreiðingini er tilmæli um, hvat landsstýrið ætlar at gera við samstarvið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer at ráðføra seg við uttanlandsnevndina.
Hann sigur, at í samgonguni er semja um tað, sum landsstýrið ætlar.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Svara í næstu viku
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur biðið um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vera við í ráðførsluni í dag.
Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, væntar, at Høgni Hoydal fær svar frá nevndini í næstu viku.
Skal fiskivinnusamstarvið við Russland broytast ella steðgast, skal løgtingið samtykkja tað.
Tí skal landsstýrismaðurin í løgtingið við lógaruppskoti um tað.