- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður forboðið at seta oljufýringar upp

Longu um stívliga hálvt ár, 1.januar næsta ár, verður forboðið at leggja inn oljufýringar ella annan útbúnað, sum brúka olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt til at hita upp nýggjar bygningar, sum eru í byggilógini.
Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum Umhvørvismálaráðið hevur sent til hoyringar.
Og seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring er 1.november í ár.
Kunngerðaruppskotið fremur átak 11 í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið samtykti í mai 2022.
Bannið skal saman við afturberingini av meirvirðisgjaldi fyri hitapumpur og komandi upphøggingarstuðli til oljufýringar skunda undir grøna orkuskiftið, sigur Umhvørvismálaráðið.
Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, í útvarpstíðindunum: