
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava fólk í fiskavirkisskipanini í annað arbeiði

Stýrið hjá ALS hevur einmælt heitt á landsstýrið um at gera broytingar í fiskavirkisskipanini.
Broytingin er, at nú skulu arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og tí fáa størri útgjald, men hinvegin vera tøk til onnur størv.
Eyðfinnur Jacobsen er formaður í stýrinum fyri ALS.
Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, sigur, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur, og samstundis ganga fólk í fiskavirkisskipanini leingi fyri einki, og hava ikki møguleika at fara aðrastaðni.
Fiskavirkisskipanin hevur leingi verið til viðgerðar í stýrinum fyri ALS, men eingin semja er um at taka skipanina av.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: