
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin: Einki verður bygt í Hoydølum
Borgarstjórin: Einki verður bygt í Hoydølum
Tað hevur vakt miklan ans, at Tórshavnar kommuna fer at broyta byggisamtyktina fyri Hoydalar, soleiðis at eisini partur av fløtuni í Hoydølum fer at hoyra til kommununa

Einki verður bygt í Hoydølum, tvørturímóti skal økið varðveitast, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
23.05.2023 - 08:48
- Hetta er ikki annað enn eitt býti millum land og kommunu.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú røddir eru frammi um, at parkeringspláss skulu gerast á fløtuni í Hoydølum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Borgarstjórin sigur, at einki hald er í hesum, tí einki skal byggjast á hesum øki - tað skal tvørturímóti varðveitast.
Málið um kampus í gamla Venjingarskúlanum og Læraraskúlanum og bygningarnir í Hoydølum hoyrir óloysiliga saman, sigur Heðin Mortensen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23052023_Hedin_Mortensen_um_Hoydalar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV