Arbeiða við at útflyta føroysk ross

Arbeiða við at útflyta føroysk ross
Talan er um rúgvusmikið arbeiði, sum væntandi fer at taka drúgva tíð, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
Í løtuni eru færri enn 100 føroysk ross. (Savnsmynd)
 
23.05.2023 - 08:38

Skal føroyska rossinum vera lív lagað, skal tað kunna útflytast, tí so fá fólk í Føroyum vilja hava føroysk ross.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er farin undir at fyrireika neyðugu lógarbroytingarnar, so rossini kunnu útflytast, men talan er um rúgvusmikið arbeiði, sum væntandi fer at taka drúgva tíð. 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Høgni Hoydal sigur, at ikki ber til at siga meira neyvt, nær tað fer at bera til at útflyta føroysk ross.

Í løtuni eru færri enn 100 føroysk ross. 

Sambært FAO, stovninum hjá ST, sum umsitur mat og landbúnað, skulu aliryssurnar vera fleiri enn 1000, skal stovnurin ikki vera hóttur.

Høgni Hoydal sigur, at skal føroyska rossaslagnum vera lív lagað, skulu fleiri átøk gerast. Útflutningur er eitt átak. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948