Skulu nú skjótari í vanligu arbeiðsloysisskipanina

Skulu nú skjótari í vanligu arbeiðsloysisskipanina
Stýrið í ALS hevur skotið upp at gera broytingar, og landsstýrið hevur nú sent uppskotið um kunngerð til hoyringar
Fólk fáa stuðul fyri 32 tímar í fiskavirkisskipanini. Tey fáa fyri 40 tímar í vanligu arbeiðsloysisskipanini. (Savnsmynd)
 
23.05.2023 - 07:50

Fiskavirkisskipanin hjá ALS skal nú broyast.

Uppskot um kunngerð er gjørt og sent til hoyringar.

Stýrið hjá ALS hevur einmælt heitt á landsstýrið um at gera broytingarnar.

Broytingin er, at nú skulu arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og tí fáa størri útgjald og vera tøk til onnur størv. 

Ítøkiliga er talan um at áseta krav um, at í fýra vikur á rað skulu fólk í minsta lagi hava 16 arbeiðstímar á tí fiskavirkinum, sum tey hava tilknýti til. 

Annars vera fólk ikki mett sum arbeiðsleys á fiskavirkinum og fáa ikki longur stuðul úr fiskavirkisskipanini. Og minst fýra vikur skulu ganga, frá tí at fólk eru dottin úr fiskavirkisskipanini, til tey sleppa í hana aftur.

 

Kunnu søkja um at sleppa í fiskavirkisskipanina

Detta fólk úr fiskavirkisskipanini, kunnu tey vera í vanligu arbeiðsloysisskipanini og/ella søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur, tá fýra vikur eru gingnar. 

Fara fólk í vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber til hjá teimum at fara til arbeiðis aftur á sama fiskavirkinum, samstundis sum tey eru í vanligu arbeiðsloysisskipanini.

Nú er galdandi, at fólk fáa pengar úr fiskavirkisskipanini, um einki arbeiði er á fiskavirkinum í upp til átta vikur. 
 
Um fólk fara til arbeiðis í ein tíma ella tveir í til dømis sjeyndu ella áttandu vikuni, verður tíðarskeiðið longt átta vikur. 

Fólk fáa stuðul fyri 32 tímar í fiskavirkisskipanini. Tey fáa fyri 40 tímar í vanligu arbeiðsloysisskipanini.

 

Skulu vera tøk

Eins og í vanligu arbeiðsloysisskipanini er kravt, at fólk, sum eru í fiskavirkisskipanini, eru tøk á arbeiðsmarkaðinum fyri at fáa stuðul.

Avbjóðingin við fiskavirkisskipanini er, at boðað verður frá afturvirkandi, at fólk eru arbeiðsleys, stendur í viðmerkingunum um ætlaðu broytingina.

Tí ber illa til at bjóða teimum arbeiði, tí ALS veit ikki, at tey eru arbeiðstøk.

Stýrið hjá ALS hevur gjørt av at strika bíðidagarnar, tá flutt verður úr fiskavirkisskipanini í vanligu skipanina, so skiftið ikki førir til mistan arbeiðsloysisstuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948