- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta at fáa 79 milliónir fyri partabrøv í Smyril Line
Vænta at fáa 79 milliónir fyri partabrøv í Smyril Line
Løgmansskrivstovan hevur sett útboð á Keypsportalin, nú partabrøvini skulu seljast

Landið eigur 16 prosent av partapeninginum í Smyril Line, sum m.a. eigur Norrønu og fleiri farmaskip.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.05.2023 - 18:00
Fíggjarmálaráðið væntar at fáa 79 mió. krónur fyri at selja partabrøvini, sum landið eigur í Smyril Line.
Tað vísir meting, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið gera, verður upplýst í fíggjarlógini.
Landið eigur góð 16 prosent í Smyril Line.
Løgmansskrivstovan hevur sett útboð á Keypsportalin, nú partbrøvini skulu seljast.
Útboðið fevnir um ráðgeving og at skipa fyri møguligari sølu av ognarlutinum hjá landinum.
Tey, sum bjóða, skulu gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.
Freistin at koma við tilboði er 14. juni klokkan 16. Vinnarin av útboðnum verður kunngjørdur 22. juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV