- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmansflokkurin ótolnast eftir avgerð um samstarvið við Russland
Løgmansflokkurin ótolnast eftir avgerð um samstarvið við Russland
Aksel V. Johannesen sigur, at málið fer til ráðførslu í uttanlandsnevndini seinast í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at hann er samdur við baklandið í flokkinum um, at málið um samstarvið við Russland skal ikki draga út. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
22.05.2023 - 12:57
- Eg eri samdur við baklandið í flokkinum um ikki at draga málið út.
Tað sigur Aksel V Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum
Í fundarsamtyktini eftir landsfundin hjá Javnaðarflokkinum, sum var um vikuksiftið, ótolnast flokkurin, og heldur tað vera ørkymlandi, at eingin avgerð er tikin um samstarv Føroya við Russland.
Fyri hvønn dag, sum gongur, verður truplari at gera nakra broyting, skriva tey í fundarsamtyktini, sum er almenn.
Aksel V. Johannesen sigur, at málið fer til ráðførslu í uttanlandsnevndini seinast í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku.
Hoyr samrøðu við løgmann í útvarpstíðindunum:
22052023_Aksel_um_landsfundarsamtykt
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV