Grønland: Ótolnast eftir kanningini um spiralgøluna

Grønland: Ótolnast eftir kanningini um spiralgøluna
Danmark og Grønland gjørdu semju um kanningina fyri átta mánaðum síðani, men hon er ikki byrjað
Semja er millum grønlendskar og danskar politikarar um, at spiralgølan skal kannast, men kanningin er ikki byrjað enn.
 
22.05.2023 - 10:33

Grønlenska stjórnin ótolnast og hartar Danmark fyri at drála við at fara undir at kanna sonevndu spiralgøluna. 

Londini gjørdu annars semju um at seta kanning í verk, men nú átta mánaðir seinni er hon framvegis ikki byrjað. 

Frá 1966 til 1970 álegði danska heilsustýrið, at grønlenskar gentur skuldu brúka fyribyrging, so tær ikki gjørdust við barn. Tí fingu 4.500 gentur hesi árini spiral settan í uttan samtykki. 

Í fjør var ein útvarpsdokumentarur sendur á Danmarks Radio, sum greiddi frá, at nógvar av hesum ungu gentum komu illa fyri av inntrivinum. Fleiri teirra gjørdust lívsørar av skaðanum, og hava tí ongantíð fingið børn. 

Grønland hevur eftirlýst eina kanning, hvat hendi hesi árini, men hon er ikki byrjað.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, sigur, at hann er vónbrotin av, at tað verður drálað. Hann segði soleiðis í danska kringvarpinum í gjárkvøldið:

 

MUTE_B_EGEDE

 

Danski heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, sigur, at kanningin verður nú raðfest, men fólkatingsvalið og at finna røttu fólkini at standa fyri kanningini hava seinkað gongdini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948