Alivinnan rindað 935 milliónir í tøkugjaldi síðani 2014

Alivinnan rindað 935 milliónir í tøkugjaldi síðani 2014
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni
Tøkugjaldið, ella loyvisgjaldið í alivinnuni, kom í 2014.
 
19.05.2023 - 08:44

Seinastu fimm árini hevur tøkugjaldið verið millum 9,3 prosent og 12,8 prosent av bruttoinntøkuni hjá alivinnuni.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.

Tøkugjaldið, ella loyvisgjaldið, kom í 2014.

Árini 2014 til 2021 rindaði alivinnan góðar 934,8 mió. kr. í tøkugjaldi.

Talið fyri 2022 er ikki tøkt enn.

Roknskaparliga vera útreiðslur til tøkugjald drignar frá nettosøluni, áðrenn komið verður til bruttovinningin, ella bruttoúrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109