- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir ungir menn álopnir
Tveir ungir menn álopnir
Løgreglan vil hoyra frá vitnum
14.05.2023 - 11:35
Løgreglan kannar í løtuni eitt møguligt harðskapsmál í miðbýnum í Havn í nátt.
Um trítíðina vóru tveir ungir menn av bygd álopnir av fleiri ungum monnum.
Hetta skal vera hent millum Essabarr og Hotel Hafnia á Áarvegnum.
Tá løgreglan kom á staðið, vóru álopsmenninir farnr víðari.
Løgreglan heitir tí á fólk, sum vóru á staðnum ella vita um hendingina, at venda sær til løgregluna, so at greiða fæst á, hvat tað var, sum hendi.
Rúsdrekkakoyring
Løgreglan hevur eisini gjørt nógv burturúr at kanna bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.
Í tí sambandinum eru tvey fólk í miðøkinum og eitt í norðurøkinum skuldsett fyri rúsdrekkakoyring.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV