Suðuroyartunnilin fær alt tilfarið frá Landsverki fyri einki

Suðuroyartunnilin fær alt tilfarið frá Landsverki fyri einki
Øll vinnunevndin tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni
Vinnunevndin heldur, at allar undankanningar, og øll fyrireiking skal vera hjá Suðuroyartunlinum. (Savnsmynd)
 
01.05.2023 - 11:09

Politisk semja er um, at Landsverk skal lata partafelagnum Suðuroyartunlinum alt tilfar, sum Landsverk hevur um verkætanina, fyri einki.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið.

Og øll í vinnunevndini hjá løgtinginum taka undir við tí.

Vinnunevndin heldur, at allar undankanningar, og øll fyrireiking skal vera hjá Suðuroyartunlinum.

Tí er nevndin samd við landsstýrið.

Tað tilfar, sum longu er gjørt, eigur tí natúrliga eisini at vera hjá Suðuroyartunlinum, sigur nevndin.

Vinnunevndin viðgjørdi málið á fýra fundum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301