
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at umskipa Televarpið
Ætla at umskipa Televarpið
Felagið hevur mist 800 haldarar seinastu 10-12 árini, og seinasti almenni roknskapurin frá 2023 vísti hall

Televarpið hevur ongan stjóra í dag, men skal frameftir hava ein leiðara í staðin.
20.03.2025 - 13:23
Televarpið er ikki tað gulleggið hjá Føroya Tele, sum tað einaferð var.
Í 2017 var avlopið heilar seks milliónir krónur, men síðani er tað bara minkað, og seinasti almenni roknskapurin frá 2023 vísti hall.
Televarpið hevur mist umleið 800 haldarar seinastu 10-12 árini.
Felagið hevur ongan stjóra í dag, men skal frameftir hava ein leiðara í staðin.
Kristian Reinert Davidsen.
Nevndarformaðurin, Kristian Reinert Davidsen, sigur, at í 2024 verður talan um eitt lítið avlop.
Hann sigur, at Televarpið bløðir spakuliga, og tað einasta, sum er at gera, er at spara so mikið, at úrslitið ikki fer í minus.
Hoyr samrøðu við Kristian Reinert Davidsen í útvarpstíðindunum:
20032025_Televarpid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV