Ætlanin um lutaíbúðir komin eitt fet nærri

Ætlanin um lutaíbúðir komin eitt fet nærri
Nú er greitt, at tað ber til at stovna lutaíbúðarfelag, sum einki eigur
Hans Jacob Hermansen er formaður í lutaíbúðarfelagnum.
 
20.03.2025 - 18:00

Verkætlanin við fleiri lutaíbúðum kom eitt fet nærri í gjár, tá áhugafelagið fyri Lutaíbúðum hevði aðalfund.

Felagið hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum ætlanum, men fleiri spurningar hava staðið ósvaraðir, millum annað um tað ber til at stovna eitt lutaíbúðarfelag, sum einki eigur.

Og tað ber til, sambært advokati, sum hevði framløgu á fundinum. Tað verður lættari, um land og kommunur spæla við, og á fundinum í gjár komu positivar útmeldingar um tað frá Tórshavnar kommunu.

Hans Jacob Hermansen, formaður í felagnum, sigur, at áhugafelagið í størri mun metir sín leiklut sum ráðgevandi, um onkur ætlar at taka se seg saman í eitt lutaíbúðarfelag. Og har eru avbjóðingar, sum felagið vónar at kunna hjálpa við.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20032025_Lutaibudir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386