Zelenskyy í Noregi

Zelenskyy í Noregi
Ukraina fer ikki at góðtaka, at landið ikki sleppur at biðja um limaskap í Nato, soleiðis sum Russland hevur kravt, sigur ukrainski forsetin.
Zelenskyy, forseti, og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, høvdu fund í Oslo í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2025 - 15:50

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, er á vitjan í Noregi í dag.

Hann takkaði Noregi fyri stuðulin í samráðingunum um eina friðaravtalu við Russland.

Ukraina fer ikki at góðtaka, at landið ikki sleppur at biðja um limaskap í Nato, soleiðis sum Russland hevur kravt.

- Vit vilja hava limaskap í Nato, tí tað fer at loysa nógvar trupulleikar, segði Zelenskyy á felags tíðindafundi saman við norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre. 

Zelenskyy segði, at tað ber ikki til at skifta orð um Nato-limaskap nú, tí USA, sum er størsti Nato-sameindi, tekur ikki undir við, at Ukraina fær limaskap. 

- Hetta er ein gáva til Russlands, segði Zelenskyy.

Hetta er onnur ferðin, at ukrainski forsetin vitjar Noreg síðani russisku innrásina. Fyrru ferð var í desember 2023.

Zelensky hitti eisini norska fíggjarmálaráðharran, Jens Stoltenberg, fyrrverandi Nato-aðalskrivara. Stoltenborg spurdi ukrainska forsetan, um at hann mintist seg?

Sí videobrot:

 

STORE_ZELENSKYY

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386