Frágreiðingin um H-bygningin liðug

Frágreiðingin um H-bygningin liðug
Løgtingsgrannskoðararnir hava fingið frágreiðingina frá landsgrannskoðanini, men almenningurin fær ikki innlit í hana enn
Løgtingsgrannskoðararnir hava fingið frágreiðing um H-bygningin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.04.2023 - 18:00

Landsgrannskoðarin, Beinta Dam, er liðug við frágreiðingina um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, og hevur latið løgtingsgrannskoðarunum hana.

Men almenningurin fær ikki innlit í frágreiðingina enn.

Jóhannis Joensen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, sigur, at teir brúka næstu vikuna til at viðgera frágreiðingina, áðrenn støða verður tikin til, hvat so hendir. 

Millum møguleikarnar er at skriva egnu viðmerkingar til frágreiðingina, leggja hana fyri tingið, ella almannakunngera hana. 

 

Jóhannis Joensen er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Til tá hava løgtingsgrannskoðararnir onga viðmerking um kanningina. 

Tað er eitt ár síðan, at løgtingsgrannskoðararnir bóðu Landsgrannskoðaran gera kanningina um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Endamálið var at kanna, hví játtanin til H-bygningin ikki heldur, og um pengar eru brúktir til annað, enn teir eru játtaðir til.

Og hví niðurstøðurnar í kanningini um Glasir ikki hava ávirkan á H-bygningin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948