Fleiri enn 24 næmingar í 20 flokkum

Fleiri enn 24 næmingar í 20 flokkum
Landsstýrismaðurin sigur, at nú verður kannað, hvat skal gerast, so talið 24 kann haldast
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um næmingatal í fólkaskúlanum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.04.2023 - 09:01

Í 20 fólkaskúlaflokkum vóru fleiri enn 24 næmingar 1.februar í ár.

Landsstýrismaðurin fer saman við fyrisitingini og skúlunum at kanna hetta, so væl verður lýst, hví næmingartalið fer upp um 24, og góðar loysnir funnar. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Magnus  Rasmussen, løgtingsmann, sum spurdi, við hvørjari grundgeving landsstýrismaðurin hevur góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í einum flokki.

Hann sigur, at orðingin í fólkaskúlalógini, sum sigur, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki, hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið størri enn 24. 

Verður hugt nøkur ár aftur, hava verið yvir 24 næmingar við skúlaársbyrjan í stívliga 20 flokkum.

Landsstýrismaðurin nevnir møguleikan, sum skúlar hava at býta flokkar sundur.

Hann sigur, at nú verður kannað, hvat skal gerast, so talið 24 kann haldast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301