
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russlandssáttmálin: Danskir politikarar leggja trýst á landsstýrið

Danskir politikarar leggja nú trýst á føroyska landsstýrið um at gera nakað við støðuna, at fleiri russisk fiskiskip sigla í føroyskum sjógvi og liggja í føroyksum havnum.
Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, kallar tað sambært DR "púra vilt", at støðan er sum hon er, og at tað rennur sær kalt eftir bakinum at frætta, at sivil russisk skip við hernaðarútgerð kunnu sigla innan fyri markið hjá ríkisfelagsskapinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Hann heldur ikki, at tað, at Føroyar hava eina fiskiveiðiavtalu við Russland, hevur nakað at siga í hesum høpinum:
Martin Lidegaard, formaður í Radikala flokkinum, sigur, at vit ikki kunnu liva við hesi støðuni:
Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri, í Tinganesi, tá hann var gestur hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, herfyri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen, sum var á vitjan í Føroyum fyri einari viku síðan, segði soleiðis í 21 Søndag í gjárkvøldið: