
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri kommunur vilja hava nýggja fongslið
Fleiri kommunur vilja hava nýggja fongslið
Ætlanin er, at nýggja fongslið skal vera liðugt í 2029, og tá er ætlanin, at so at siga allir føroyingar kunnu sita dómin í Føroyum

Nýtt fongsul skal byggjast fyri tað, sum í løtuni er í Mjørkadali, og fleiri kommunur liggja framvið at bjóða lendi.
21.04.2023 - 18:05
Fleiri kommunur hava víst áhuga fyri at leggja lendi til eitt nýtt føroyskt fongsul.
Tað verður fyrst og fremst upp til Kriminalforsorgina at gera av, hvar fongslið skal vera.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum.
Eitt av krøvunum til nýggja fongslið er, at økið er í minsta lagi millum 40 og 80.000 fermetrar til støddar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21042023_Fongsul_og_Karason
Ætlanin er, at nýggja fongslið skal vera liðugt í 2029. Tá er ætlanin, at so at siga allir føroyingar kunnu sita dómin í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV