- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veiðigjald og loyvisgjald tryggja avlop næsta ár

Veiðigjaldið hjá fiskivinnuni og loyvisgjaldið hjá alivinnuni skulu gera, at framskrivaða hallið hjá landskassanum næsta ár fer burtur, og avlop verður í staðin.
Netto gevur veiðigjaldið 78,7 mió. kr. og loyvisgjaldið 104,8 milliónir, tilsamans 183,5 milliónir krónur.
Onnur átøk næsta ár skulu geva í minsta lagi 30 milliónir.
Tá er talan um bæði inntøkur og útreiðslur.
Úrslitið sambært framskrivingum í játtanarkarminum fyri 2024 geva 153,3 milliónir í halli í 2024.
Átøk fyri 213 milliónir
Framskrivaðu játtanarkarmarnir vísa tí, at átøk eru neyðug. Og átøk vera gjørd fyri 213,5 mió. kr., sigur Fíggjarmálaráðið.
Eftir tey átøkini verður úrslitið næsta ár eitt avlop, sum er 60,2 mió.kr.
Fíggjarmálaráðið mælir til, at rakstrarútreiðslurnar hjá landinum hækka í mesta lagi hálvt fimta prosent um árið.
Hetta svarar til metta búskaparvøksturin í ár og næstu árini.
Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera uppskotið um játtanarkarmar fyri 2024.