- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung fólk nokta seg sek í ráni
Ung fólk nokta seg sek í ráni
Ákærin krevur treytaleysa fongsulsrevsing av fýra ungum fólkum fyri at brúka harðskap til at noyða ein mann at flyta sær pengar í apríl 2021
Mynd: Savnsmynd
17.04.2023 - 09:22
Málið móti fýra ungum fólkum, tveimum kvinnum og tveimum monnum, sum eru ákærd fyri rán við at brúka harðskap, heldur fram í Føroya rætti dag og í morgin.
Tey fýra nokta seg sek.
Tey eru ákærd fyri við harðskapi at noyða ein mann at flyta sær pengar.
Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn í apríl 2021.
Málið hevur ikki samband við rúsevni, sigur politiið.
Rættarmálið tikið uppaftur
Fólkini, sum eru fødd ávikavist í 1998, 2001 og 2004, vóru í Føroya rætti 21.februar.
Tveir dagar vóru tá settir av.
Men tann seinni bleiv av ongum, tí tann eini ákærdi kom ikki í rættin, og onkur vitni vóru til skips.
Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV