Íslendska arbeiðsloysið minkar

Íslendska arbeiðsloysið minkar
Tilsamans vóru 6.662 arbeiðsleys í Íslands í mars mánaði - 3.757 menn og 2.905 kvinnur.
 
16.04.2023 - 10:15

Íslendska arbeiðsloysið minkar støðugt, og í farna mánaði var tað komið niður á 3,5 prosent, samanborið við 3,7 prosent í februar mánaði.

Til samanberingar var arbeiðsloysið í mars í fjør 4,9 prosent.

Morgunblaðið skrivar, at myndugleikarnir rokna við, at arbeiðsloysið henda mánaðin minkar enn meira, so tað verður millum 3,2 og 3,4 prosent.

Arbeiðsloysið minkaði í mars kring alt Ísland, uttan á Vestfirðum, har tað vaks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342