Russland missir nógva útgerð

Russland missir nógva útgerð
Russland hevur mist í minsta lagi 10.000 ymisk hernaðarakfør síðani innsrásina í Ukraina fyri skjótt 14 mánaðum síðani.
Mynd: AP  
 
16.04.2023 - 10:10

Hesi tíðindi ber bretska verjumálaráðið í einum boðum á Twitter og leggur afturat, at alt bendir tó á, at talið er nógv hægri.

Víst verður til hernaðarligu heimasíðuna Oryx, ið savnar upplýsingar um materiellar missir.

Oryx skrásetir bara hernaðarakfør, tá ið váttan um missin fæst við sjónbondum ella myndum, so tí kann talið vera nógv hægri.

Bretska verjumálaráðið sigur, at váttan er fingin um, at Russland í krígnum í Ukraina hevur mist 1900 stríðsvognar, 3500 onnur stríðsakfør, 78 stríðsflogfør og eitt ótal av radaraskipanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109