Fronsk pensjónsnýskipan avgreidd

Fronsk pensjónsnýskipan avgreidd
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur í dag skrivað undir lógaruppskotið, ið skal hækka pensjónsaldurin í Fraklandi úr 62 upp í 64 ár.
Ætlanirnar um pensjónsnýskipanina hava elvt til mótmæli í Fraklandi síðstu tíðina
Mynd: Christophe Ena/AP  
 
15.04.2023 - 18:06

Nú vendist ikki aftur, tí uppskotið er longu lýst í Journal Officiel, sum er kunngerðarblaðið hjá fronsku stjórnini.

Pensjónsnýskipanin, ið Macron hevur trýst ígjøgnum og sum franska stýrisskipanarráðið góðkendi í gjár, hevur elvt til hópin av mótmælum kring alt landið.

Fakfeløgini hava heitt á stjórnina um at bíða við málinum, tí støðan var so spent, men tað var til fánýtis.

Reuters-tíðindastovan veit at siga, at lógin um hækkaða pensjónsaldurin kemur í gildi frá 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109